Skip to content Skip to footer

Video: Soleiðis skrivar tú eitt hitt

Sakaris hevur sera gott tev fyri at seta saman ljóð, løg og orð til modernaðan og peppaðan popptónleik, sum fólk taka til sín. 

Tað hevur hann víst við sangum sum “Allarbesti”, “Aalborg”, “Tramin”, “Magical Bag of Fun” og “I Put On This Dress For You”.

Sakaris hevur við kreativiteti og musikaliteti megnað at skapt eitt heilt egið ljóð og úttrykk, sum bæði kann fevna og strimbra lurtaran.

– Eg skrivi eitt hitt við ikki at royna at skriva eitt hitt. Eg byrji við at gera okkurt heilt snedugt, hugni mær við tí, og eftir eina tíð kann eg flyta tað ímóti tí, sum eg hugsi, at fólk dáma. So eftir mínum tykki er eitt hitt nakað, sum er heilt egið, men sum møtir lurtarunum á hálvari leið, sigur Sakaris

Hóskvøldið spælir Sakaris í Tjaldinum á Summar Festivalinum, og tá framførir hann fyri fyrstu ferð saman við tónleikabólki.  

Her ber til at síggja video-samrøðu við Sakaris:

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.