Skip to content Skip to footer

Video: Tjaldplássið er sum lítil føroysk bygd


Tjaldplássið á Summar Festivalinum er sum ein lítil føroysk bygd. Fólk í øllum aldri gista í bygdini, og øki eru sett av til ungdóm og familjur.

Tjaldbygdin liggur mitt á festivaløkinum, í hjartanum í Klaksvík, og haðani er lætt og lagaligt at uppliva festivalin. Tað er eitt hanagleiv av Vágsbø og heim í tjaldið. 

– Vit gera nógv burturúr at skapa hugna á tjaldplássinum og at gera umstøðurnar hjá tjaldarunum so góðar sum gjørligt, sigur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari. 

Niðanfyri greiðir hon frá um tjaldplássið á Summar Festivalinum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.