Skip to content Skip to footer

Vit koma við nógvari orku

Going For The One er rockbólkur úr Keypmannahavn. Tær hava seinastu tíðina gjørt vart við seg á festivalum og konsertum, og nú eru tær fyri fyrstu ferð komnar til Føroya at spæla konsert. 

Going For The One spælir á nýggja pallinum á Torginum á Summar Festivalinum í kvøld. Tær spæla melodiøsan, lívligan og popputan rocktónleik. 

– Vit eru sera spentar til konsertina á Summar Festivalinum. Hetta verður nakað annað, enn vit eru vanar við, og tað verður spennandi at uppliva. Vit spæla glaðan popprock, og vit koma við nógvari orku. Tað er lív í okkum, tá vit spæla, siga tær í rockbólkinum.

Konsertin við Going For The One verður á Torginum í kvøld klokkan 21. 

Her ber til at síggja video-samrøðu við Going For The One:

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.