Skip to content Skip to footer

Best útgjørdi pallur nakrantíð

 Ongantíð áður hevur stóri pallur á Summar Festivalinum verið so væl útgjørdur, sum hann er í kvøld.

Stóri pallur á Summar Festivalinum er vanliga tann størsti og best útgjørdi tónleikapallurin í landinum.

Pallurin verður leigaður uttanlands og verður útgjørdur til at kunna hýsa stórum konsertum á altjóða stigi. Nøvn sum Roxette, Zara Larsson, The Scorpions, Alan Walker, Cliff Richard, Westlife, Twisted Sister og onnur hava spælt á pallinum.

Teknisku krøvini til pall, ljóð og ljós eru ofta stór, men alt, sum gerast kann, verður gjørt fyri at liva upp til krøvini.

Í ár hevur danska poppstjørnan Rasmus Seebach tikið heili 4 treylarar við útgerð við sær til Føroya. Og tað kemur aftrat allari tøknini, sum Summar Festivalurin sjálvur brúkar og setur upp til stóru konsertirnar.

– Eg havi ongantíð áður upplivað so nógva tøkni á pallinum, sum tað verður til konsertina hjá Rasmus Seebach í kvøld. So um fólk vilja uppliva eina konsert á høgum altjóða stigi, so er at møta upp á Vágsbø í kvøld, sigur Samuel Jacobsen, pallstjóri á Vágsbø.

Ljóðtøkni hevur høvuðsábyrgdina av ljóð- og ljósútgerðini á Summar Festivalinum. 

Konsertin við Rasmus Seebach verður á Vágsbø í kvøld klokkan 22.

(Myndin: Samuel og Ísak Jacobsen)

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.