Sera stórur áhugi er fyri Summar Festivalinum í ár – og ikki minst í kvøld.
Høvuðsnavnið Rasmus Seebach hevur konsert á Vágsbø klokkan 22, og aftaná spælir Dynamit. Ikki minst hesi bæði nøvn savna stórar áhoyrafjøldir, og tað sæst aftur á atgongumerkjasøluni.
Vikuskiftispass kunnu keypast her og við dyrnar, og nú eru nøkur fá hundrað vikuskiftispass eftir at selja.
Harafturat verða eisini 400 dagsbillettir settar til sølu við dyrnar, tá ið festivalurin byrjar í kvøld.
So skalt tú tryggja tær pláss á bønum til Seebach, Dynamit og hini, so ræður um at liggja fram við eftir teimum seinastu tøku atgongumerkjunum.

