Skip to content Skip to footer

Í kvøld spæla Odbjerg og Faroe5 á Vágsbø

Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi.

Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum “I morgen er der også en dag”, “Hjem fra fabrikken” og “Stor mand”. Odbjerg spælir klokkan 22:30.

Nógv hava glett seg til stóru comeback-konsertina hjá Faroe5 á Summar Festivalinum. Tær eru júst farnar at framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. 

Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld.

Dagurin byrjar við familjukonsertini Øll Elska Disney, har føroyski sangarar tulka kendar Disney-sangir. Konsertin verður á Vágsbø klokkan 17.

Í kvøld framføra eisini Swangah, Steintór Rasmussen, Sakaris, Marius DC, Jakobina Ellingsgaard og Laila & Malan. 

Silvaland hevur opið frá klokkan 14 til 19, og har undirhalda Angela & Hannibal í dag.

Vikuskiftispass til Summar Festivalin eru útseld. Eitt minni tal av dagsbillettum verður selt við dyrnar í dag frá klokkan 15.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.